Avrik

Sethús í Saltangará

Hesi húsini teknaðu og bygdu vit í Saltangará í 2024.

Sambýlið við Mylnutún í Klaksvík

Sambýlið við 12 íbúðum og felagshølum til fólk við skerdum førleika.

Byggiráð hevði høvuðseftirlit við arbeiðinum.

  • Eftirlit

Vegur og útstykking

Nýggjur vegur og útstykking á Høgabóli í Saltangará. Byggiráð stóð fyri prosjektering, útboð og uppfylging. 

  • Eftirlit
  • Byggileiðsla
  • Projektering

Innflytingsklár sethús

Innflytingsklár sethús. Vit stóðu fyri øllum frá tekningum til bygging og avhending.

  • Heildarveiting

Trøð í Tórshavn, hugskot

Uppskot - bústaðarbygging á trøð í Tórshavn.

Trýst á myndirnar fyri at síggja tær í fullari stødd.

Sethús

Innflytingsklár sethús bygd eini barnafamilju í Saltangará

  • Heildarveiting

Sambýlið á Blikagøtu í Runavík

Byggingin fevnir um 12 íbúðir við felagshølum til fólk við skerdum førleika.

Vit høvdu høvuðseftirlitið um hendi.

  • Eftirlit

Arbeiðstekningar fyri timburfyritøku

Vit veita arbeiðstekningar til privat- og vinnukundar, eitt nú byggifyritøkur sum hava tørv á framleiðslutekningum. 

  • Projektering

Dag- og umlættingar-stovnurin Mýrusóljan

Dag- og umlættingartilboð til fólk við fjølbreki.

Ísbv. við útinningina av arbeiðinum høvdu vit byggileiðsluna um hendi.

  • Byggileiðsla

Miðnám á Kambsdali

Út- og umbygging av miðnámsskúlum á Kambsdali.

Uppgávan hjá okkum var at hava høvuðseftirlit við arbeiðinum.

  • Eftirlit

Sethús

Hesi húsini vóru latin kundanum innflytingsklár. Vit stóðu fyri øllum frá planlegging til útinning og avhending. 

  • Heildarveiting

1. plans hús

Innflytingsklár sethús bygd eldri hjúnum í Saltangará.

  • Heildarveiting

Vinnubygningur á Rituvíkshálsi

Tekna og prosjektera nýggja høll og fingið til vega umhvørvisgóðkennig. 

Trýst á myndirnar fyri at síggja tær í fullari stødd.

Umvæling Karmel Eiði

Skitsuuppskot og byggiloyvisumsókn.

  • Projektering

Spælipláss og sparkivøllur á Høgabóli í Saltangará

Nýtt spælipláss og innilokaður sparkivøllur á Høgabóli í Saltangará.

Vit teknaðu og høvdu eftirlit við uppgávuni. Haraftrat gjørdu vit betongarbeiði ísbv. fundamentir til spæliplasstingini og stoyptu garðar rundan um økið. 

  • Projektering
  • Betongarbeiði

Klaksvíkar sjúkrahús og røktarheim

Støðumeting av Klaksvíkar sjúkrahúsi og av røktarheiminum. Støðumetingin er ein heildarmeting av støðuni á bygningum og tekniskum innleggingum.

  • Støðumeting

Missiónshúsið Í Rituvík

Tekningar av nýggja missiónshúsinum í Rituvík. 

  • Projektering

Umbygging av eldri sethúsum í Fuglafirði

Byggiráð gjørdi her tekningar ísbv. ynski um at útbyggja og nútímansgera eini eldri sethús í Fuglafirði.

  • Projektering

Ljósgreining av felagshølum á Láargarði, Tórshavn

Ljósgreining ísbv. nýggj yvirljós á eldrasambýli í Tórshavn.

Allar verandi umstøður vóru neyvt teknaðar inn í Revit og síðani royndir gjørdar við ymiskum yvirljósum. Greiningar vóru gjørdar so at síggjast kundi hvussu ljósinnfallið er ymisku árstíðirnar og tíðspkt. á degnum.

Planlegging av nýggjum hølum hjá Vodafone, Saltangará

Planlegging, prosjektering og upptekning av nýggjum hølum til Vodafone í Saltangará

  • Projektering