Vit
Byggiráð byrjaði virkemi sítt í mai 2012.
Fyrstu árini virkaði Byggiráð sum teknistova og hevur veitt byggifrøðiliga ráðgeving, tekningar og uppfylging til bæði almennar og privatar verkætlanir.
Síðan 2016 hava vit veitt tænastur innan timbur- og betongarbeiði eisini og hava staðið fyri hópin av umvælingum og nýgerð.
Í 2018 fóru vit at veita lyklaklárar sethúsaloysnir og hava bygt nógv góð og vøkur sethús og tvíhús.
Kjarnuvirksemi okkara síðan 2025 er at veita innilokaðar loysnir úr kataloginum hjá Norgeshus.
Vit veita kundum okkara liðug elementir úr Noregi og syrgja fyri at leiða kundan trygt á mál, við øllum neyðugum tekningum, byggiloyvum og ráðgeving.
Kundin er frítt stillaður at velja egnan handverkara at stoypa og reisa elementini, ella um førleikarnir eru til tess, kann kundin sjálvur standa fyri at stoypa og reisa húsini. Kennist tað ov møtumikið, so kunnu vit hjálpa kundanum at finna rætta aktørin at fremja arbeiði, so tað verður gjørt á fullgóðan hátt.
Millum tænasturnar vit veita eru:
Sethús
Summarhús
Raðhús, tvíhús og íbúðarbygging
Arkitektatænastur
Verkfrøðingatænastur