Lyklaklár hús
Vit kunnu veita lyklaklár sethús og summarhús. Vit hava Føroya størsta úrval av arkitekt teknaðum sethúsum og summarhúsum.
Raðhús
Droymir tú um at byggja og selja raðhús? Vit byggja væl umtóktu konsepthúsini Trend. Trend eru arkitektteknaði raðhús við høgari dygd til lágan kostnað.
Tekna títt egna
Einki sum passar akkurát til tín tørv? Vit kunnu eisini tekna húsini akkurát soleiðis, sum tú ynskir. Vit hava stórt toymi av arkitektum og verkfrøðingum, sum kunnu lyfta eina og hvørja uppgávu.
Uppfylging
Tá ið verkætlanin er skotin í gongd kunnu vit veita tænastur innan byggileiðslu og eftirlit - eisini sum uttanhýsisumsjón
Ring og spyr
Tú kanst altíð ringja ella skriva, so kunnu vit taka eitt óheft prát um ætlanirnar at byggja.
Ráðgeving
Tá ið tørvur er á byggifrøðiligari ráðgeving td. ísbv. eyka bjálving, trupulleikar av vætu o.s.fr.
Avrik
Trend Duo - tvíhús
Tvíhús á Norðurhædd í Saltangará.
Húsini vóru bygd innflytingsklár í 2021.
Hvør eindin er 112 m2 til støddar við trimum kømrum.
- Heildarveiting
Trend 4 - Saltangará
Í 2019 bygdu vit hesi snotiligu húsini í Saltangará.
Húsini eru úr Trend røðini hjá Norgeshus, sum bæði fáast sum sethús, raðhús og tvíhús.
Trýst á myndirnar fyri at síggja tær í fullari stødd.
- Heildarveiting
Sambýlið við Mylnutún í Klaksvík
Sambýlið við 12 íbúðum og felagshølum til fólk við skerdum førleika.
Byggiráð hevði høvuðseftirlit við arbeiðinum.
- Eftirlit