Tænastur

Byggiráð er teknistova og byggivirki og eru vit umboð fyri Norgeshus Føroyar.

Hettar merkir, at vit bjóða Føroya størsta úrval av lyklaklárum sethúsum og summarhúsum.

At vit eru partur av Norgeshusketuni merkir haraftrat, at vit hava eitt sterkt toymi av arkitektum og verkfrøðingum aftanfyri okkum og kunnu umframt at byggja sniðhús eisini tekna og prosjektera tað sum kundin ynskir - alt frá einbýlishúsum til íbúðarbygging og aðrar stórar verkætlanir.

Millum tænasturnar vit veita eru:

  • Lyklaklár sethús
  • Lyklaklár summarhús
  • Raðhús og íbúðarbygging
  • Arkitektatænastur
  • Verkfrøðingatænastur